Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org
Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í Fíggjarmálum
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur í gjár undirskrivað eina altjóða avtalu, sum frameftir fer at hava ein týðandi leiklut í stríðnum móti altjóða skattaundandrátti. Les meira
Búskaparstøðan í Evropa, útveiting, umhvørvisvinaligar íløgur og avtalur við lond sum virka sum altjóða skattaskjól. Hesi vóru evnini á árliga fundinum millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar í Stokkhólmi í dag. Les meira
Pensjónistar, sum flyta úr Føroyum til Danmarkar, skulu ikki bera ótta fyri, at teirra eftirløn verður skattað tvær ferðir. Les meira
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015, sum verður lagt fyri Løgtingið í dag, raðfestir landsstýrið serliga játtanirnar til heilsu-, útbúgvingar-, almannamál og samferðslu. Samstundis rekur landsstýrið ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og heldur fram við arbeiðinum at minka hallið stigvíst hjá landinum. Les meira
Farið verður nú undir eina royndarverkætlan, ið er skipað sum alment/privat samstarv, og sum hevur til endamáls at spara orku og harvið oljunýtslu í almennum bygningum. Les meira
Nú árið er hálvliðið kann Fíggjarmálaráðið staðfesta, at inntøkurnar av meirvirðisgjaldi og landsskatti eru væl hægri enn somu tíð í fjør. Fyrra hálvár eru inntøkurnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldi uml. 12 % hægri sammett við somu tíð síðsta ár. Inntøkurnar frá landsskattinum eru uml. 6 % hægri enn somu tíð í fjør. Les meira
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, bað fíggjarnevnd løgtingsins um 2,1 mió. kr. til Skopunar havn soleiðis, at grót kann flytast í bráðskundi í summar fyri at sleppa undan ov nógvum avlýsingum vegna veður í vetur. Á fundi 16. juli játtaði fíggjarnevndin umbønini um eykajáttan. Avtala er í dag undirskrivað við J&K Petersen um at gera arbeiðið, sum ætlandi verður liðugt í september. Flakin, sum skal brúkast til arbeiðið, verður væntandi í Føroyum um 3 vikur. Les meira
 
Vís fleiri tíðindi
 
Stovnar undir ráðnum
Slóðir
Føroyskar slóðir
Útlendskar slóðir