Fíggjarmál
Eitt annað arbeiðsøki hjá Fíggjarmálaráðnum er fíggjarmál. Arbeiðsøkið fevnir um at leggja til rættis, samskipa og fyrireika alt arbeiðið við fíggjarlógini og um at framleiða fíggjarlógina. Fíggjarlógin er fíggjarætlanin fyri útreiðslur og inntøkur hjá landsmyndugleikum fyri næsta fíggjarárið. Fíggjarlógin verður samtykt av løgtinginum, sum hevur heimild at játta pening til ymisk endamál og til at áleggja skatt og avgjøld á borgarar og vinnufeløg. Løgtingið hevur harafturat eftirlit við, hvussu landsstýrið umsitur játtanir. Sjálv fíggjarlógin, innihald og broytingar í henni, eru høvuðsamboðið, tá ið umræður at reka fíggjarpolitikk.
Yvirskipaðu endamálini við fíggjarpolitikkinum eru at ávirka samlaða eftirspurningin í samfelagnum eftir vørum og tænastum umvegis árligu fíggjarlógina, soleiðis at búskaparpolitisku málini um tryggan og haldføran vøkstur, javnvág og støðugar prísir verða rokkin.
Hall ella avlop kann vera á fíggjarlógunum einstøku árini, alt eftir hvussu búskaparligu konjunkturarnir eru, men yvir longri áramál skal tað almenna bara fíggja sínar útreiðslur, og tí skulu fíggjarlógirnar javnviga, tá ið búskaparligu konjunkturarnir eru soldaðir frá og sæð yvir longri áramál. Almenna úrslitið, tá ið búskaparligu konjunkturarnir eru soldaðir frá, verður vanliga nevnt konjunkturjavnað úrslit ella strukturelt úrslit.