Kommunal fíggjarmál

Fíggjarmálaráðið er samskipandi liðurin, tá ið umræður kommunalu búskaparskipanirnar. Partur av hesari samskipan er at áseta meginreglur fyri uppseting av roknskapum og at áseta innihaldið í dátusamskiftinum millum land og kommunur.

Sambært kommunustýrislógini og roknskaparkunngerðini fyri kommunala geiran, móttekur Fíggjarmálaráðið fíggjarætlanir, eykajáttanir, mánaðarroknskapir og ársroknskapir frá kommununum. Fíggjarmálaráðið samskiftir í hesum sambandi leypandi við kommunalu fyrisitingarnar, veitir teimum neyðuga hjálp og ráðgeving og svarar fyrispurningum.

Kommunur kunnu ikki uttan loyvi frá landsstýrismanninum hava nettoskuld, ið er størri enn ein skattaálíkning. Fíggjarmálaráðið hevur eftirlit við, at hetta verður hildið og viðger umsóknir frá kommunum, ið hava tørv á tílíkum loyvi.