Kommunumál

Fíggjarmálaráðið avgreiðir millum annað fyrispurningar og klagur um ymisk kommunal viðurskifti. Hetta kann vera í sambandi við mál, ið snúgva seg um innihaldið ella løggildið í kommunalum avgerðum, ymiskar mannagongdir sambært kommunustýrislóggávuni, heimildir hjá kommunustýrunum og uppgávur teirra.

Umframt kommunustýrislógina og tilhoyrandi kunngerðir, tekur umsitingin av kommunumálunum oftast støði í løgtingslógunum um fyrisiting og um alment innlit, við tað at nógvu málini snúgva seg um viðurskifti, sum viðkomandi løgtingslógir beinleiðis regulera.

Løgtingslógir á økinum

Løgtingslóg um kommunustýri

Løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur

Løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.