Kommunal fíggjarmál

Til tess at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum kann røkja sínar eftirlitsskyldur við fíggjarligum viðurskiftum skulu kommunurnar sambært kommunustýrislógini lata henni:

 

1)   grannskoðaðan roknskap innan 1. juni eftir endað fíggjarár,

2)   samtykta fíggjarætlan innan 3 gerandisdagar eftir 1. desember og

3)   samtykta eykajáttan innan 3 gerandisdagar aftaná, at hon er samtykt.

 

Við heimild í kommunustýrislógini eru ásettir reglar um kontuskipan, bókhald og ársroknskap vm.

 

Gjaldstovan heldur skil á pengastreymi millum land og kommunu, og veitir kommununum, millum annað, tænastuna mánaðarliga at lesa inn kommunuroknskapartøl í sentrala skrá við serligari kommunukontuætlan.

 

Leinkja til kommunubúskap í búskaparskipan landsins.

 

Gjaldstovan