39.704 hava valrætt á løgtingsvalinum 26. mars 2026

39.704 hava valrætt á løgtingsvalinum 26. mars 2026. Hetta eru 687 fleiri enn á seinasta løgtingsvali. Av hesum eru 754 lesandi uttanlands sammett við 589 á seinasta løgtingsvali.

Valstøðini eru 58 í tali. Tað størsta valstaðið er á Hálsi í Havn við 10.517 veljarum, og tað minsta er í Hattarvík við 10 veljarum. Hetta er samstundis tað minsta loyvda veljaratalið á einum valstað, sbr. § 21 í løgtingsvallógini.

Tal av veljarum