Arbeiðsøki

Ráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum fyri málsøkini samsvarandi galdandi málsøkjabýti løgmans. Høvuðsmálsøkini eru: búskaparmál, fíggjarmál, skatta- og avgjaldsmál, lønarmál, kommunal fíggjarmál, hagfrøðismál, talgilding, vegir og havnir, samferðslumál, almenn bygging og umvæling, ferðslutrygdarmál og eigarapolitikkur landsins.

Virkisøkini hjá landsstýrismanninum eru skipað í stovnunum:

  • TAKS - skatta- og avgjaldsmál
  • Gjaldstovan - fíggjarmál, kommunal fíggjarmál, lønarmál og talgilding
  • Hagstovan - hagfrøðismál
  • Landsbankin - búskaparmál og fíggjarmál (láns- og íløgurøkt)
  • Landsverk - vegir og havnir, almenn bygging og umvæling
  • Strandfaraskip landsins - samferðslumál
  • Akstovan - ferðslutrygdarmál og skatta- og avgjaldsmál (vegskattur og skrásetingargjøld)

Landsstýrismaðurin hevur heimildir mótvegis hesum partafeløgum, grunnum og ráðum:

Atlantic Airways P/f, Elektron P/f, Eystur- og Sandoyartunlar P/f, Fíggingargrunninum frá 1992 (vinnurekandi grunnur), Føroya Lívstrygging P/f, Føroya Tele P/f, Føroyagrunninum frá 1971 (vinnurekandi grunnur), Norðoyatunnilin P/f, Postverk Føroya P/f, Ráðnum fyri ferðslutrygd, Smyril Line P/f, Tjaldur P/f, Vága Floghavn P/f og Vágatunnilin P/f.

Høvuðsuppgávurnar hjá Fíggjarmálaráðnum eru:

  •  at ráðgeva landsstýrismanninum
  •  at málsviðgera
  •  at evna til lógir, kunngerðir og reglugerðir
  •  at samskipa tvørgangandi uppgávur
  •  at vegleiða og hava eftirlit við stovnum og øðrum undir ráðnum

Fíggjarmálaráðið hevur m.a. hesar tvørgangandi uppgávurnar:

  •  At gera uppskot til fíggjarlóg
  •  At gera uppskot til játtanarkarmar
  •  At skipa fyri lønarsamráðingum og at vera landsins arbeiðsgevari
  •  At skipa fyri talgilding og nettrygd
  •  At virka sum landsins byggiharri

Fíggjarmálaráðið er ovasti fyristingarligi myndugleiki hjá teimum stovnum, ið hoyra undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.