Atlantic Airways P/f

Atlantic Airways P/f rekur flogferðslu og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið. Atlantic Airways røkir eisini SAR-tænastuna, umframt ferðafólka- og farmaflugving við tyrlu eftir sáttmála við Føroya Landsstýri.

Á sumri 2014 kunngjørdi Atlantic Airways eina nýggja strategi fyri felagið - Atlantic kemur heim.

Kósin er sett soleiðis, at alt virksemið er savnað kring Føroyar og føroyingar. Eitt av aðalmálunum er at tryggja føroyingum og øðrum ferðandi bíligar ferðaseðlar, tí Atlantic Airways er ein týðandi partur í at tryggja føroyingum og føroyskum vinnulívi eina skjóta og trygga farleið til umheimin.

Landið eigur allan partapeningin í Atlantic Airways, og landsstýrismaðurin velur á hvørjum ári fýra nevndarlimir, meðan starvsfólkini velja tveir nevndarlimir.