Føroya Tele P/f

Føroya Tele P/f rekur fjarskiftiskervi og fjarskiftistænastu umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi. Føroya Tele P/f varð í 2005 skipað sum virkissamtak, og ein stórur partur av virkseminum var lagdur í tvey nýggj dótturfeløg: FT Samskifti og FT Net. Sundurskiljingin hevði til endamáls at gera skilnað millum ávikavist netpartin og tænastupartin hjá Føroya Tele fyri at skapa størri gjøgnumskygni.  

Fjarskiftisnetið hjá Føroya Tele, sum FT Net rekur, fevnir um kaðalnetið, luftborna netið, transmissión og bygningar. Uppgávan er m.a. at tryggja, at allir veitarar fáa somu atgongd til netið. FT Samskifti umsitur tænastupartin, og hetta virksemið er síðani vorðið ein sameindur partur av kjarnuvirkseminum hjá Føroya Tele-samtakinum.  

Í Føroya Tele-samtakinum eru harafturat trý onnur feløg, sum Føroya Tele heilt ella partvíst eigur: Televarpið, sum bjóðar talgildar sjónvarpsrásir til føroyska marknaðin, SHEFA, sum rekur og røkir fipur-kaðalin til internetið, og Formula, ið er heildarveitari innan kunningartøkni.  

Føroya Tele er alment partafelag, og landið eigur allan partapeningin í felagnum. Landsstýrismaðurin velur á hvørjum ári fýra nevnarlimir, meðan starvsfólkini velja tveir nevndarlimir.

Nærri kunning fæst á heimasíðuni www.ft.fo