Posta P/f

Posta P/f (Postverk Føroya P/f) rekur postvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi. Posta P/f hevur einkarrætt til brævaflutning í Føroyum og hevur tí eisini eina samfelagsskyldu av veita tænastu innan útbering av brøvum, pakkum, bløðum og øðrum. Posta P/f arbeiðir støðugt við at dagføra og styrkja hesa tænastu, soleiðis at tænastan samsvarar við tað, sum kundin og eigarin vænta, og sum felagnum er álagt.   

Landið eigur allan partapeningin, og landsstýrismaðurin velur á hvørjum ári tríggjar nevndarlimir, meðan starvsfólkini velja tveir nevndarlimir.

Nærri kunning um Posta fæst á www.posta.fo