Vága Floghavn P/f

Vága Floghavn P/f rekur floghavnsvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið. Vága Floghavn P/f er ein týðandi viðspælari í miðvísa arbeiðinum hjá Visit Faroe Islands at økja ferðafólkavirksemið í Føroyum.

 

Felagið hevur staðið fyri útbyggingini av flogvøllinum og nýggja terminalinum, sum eru tikin í nýtslu í ávikavist 2011 og 2014. Flogvøllurin varð longdur úr 1250 metrum upp í 1799 metrar, og flogvøllurin kann nú taka ímóti nógv størri flogførum enn frammanundan. Nýggj innflúgvingartól hava eisini bøtt munandi um reglusemið. 

 

Landið eigur allan partapeningin í Vága Floghavn P/f. Landsstýrismaðurin velur allar fimm nevndarlimirnar. 

 

Nærri kunning um Vága Floghavn fæst á á www.fae.fo