Lønir og sáttmálar

Lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum hevur ábyrgd av landsins arbeiðsgevaraheimildum, ið viðvíkja lønum og setanartreytum.

Høvuðsuppgávurnar hjá lønardeildini eru tí:

  • at samráðast við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum 
  • at umsita tænastumannalóggávuna 
  • at flokka størv og at góðkenna individuellar treytir 
  • at ráðgeva hinum ráðunum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum

Harumframt umsitur lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum eisini:

  • Tann part av kommunustýrislógini, sum snýr seg um góðkenningar samb. § 5, stk. 5 av kommunalum sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti v.m. 

Leinkja