Bygging og Samferðsla
Landsstýrismaðurin hevur undirstøðukervismál sum málsøki.
Landsstýrismaðurin umsitur landsvegir, landshavnir, ferjulegur, tyrlupallar, bygningar landsins, sjóvøkið innanoyggja, basing av oljudálking á sjónum, ráðgevur viðvíkjandi flogvøllum, umframt at hava aðrar uppgávur.
Landsverk er tøkniligur stovnur hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum framur nevndu uppgávur í verki. Stovnurin tekur sær millum annað av:
- At byggja og halda landsvegir, tunlar og brýr
- Málum viðvíkjandi havnum og at røkja sund og firðir
- Flogvallar- og tyrlupallamálum, soleiðis sum landið tekur sær av hesum
- Málum viðvíkjandi kommunalum vegum, har landið luttekur
- Landsins bygningum
- Ymiskum øðrum tøkniligum málum fyri land og kommunur