Landsverk

Landsverk varð stovnað í 1948 undir heitinum Landsverkfrøðingurin. Stovnurin hevur frá byrjanini fyrisitið byggitekniskar uppgávur í breiðastu merking fyri land og kommunur og er í dag stovnur undir Samferðslumálaráðnum.


Høvuðssætið er í Tórshavn. Otta vegastøðir eru kring landið, umframt tríggjar smiðjur, eitt asfaltverk, fýra grót- og skervverk, ein bitumengoymsla og ein saltgoymsla. Stovnurin bæði framleiðir og selir asfalt og skerv.

Landsverk hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar, tyrlupallar og økið kring flogvøllin.

Tað er samtykt við lóg, at Landsverk hevur eftirlit við almennu partafeløgunum, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, sum eiga og reka undirsjóvartunlarnar undir ávikavist Vestmannasundi og Leirvíksfirði.

Síðan 1975 hevur Landsverk verið limur í NVF, ið er Norrønt vegtekniskt forum. Tað er ein felagsskapur við fleiri enn 800 limum, sum hevur til endamáls at menna vega-, ferðslu- og flutningsøkið við samstarvi millum fakfólk í Norðurlondum.

Við umleið 150 starvsfólkum - umroknað til umleið 125 fulltíðarstørv - telist Landsverk millum størstu arbeiðspláss í landinum, hóast talið á starvsfólkum er nógv skert seinnu árini.

 

Leinkja