Strandfaraskip Landsins

Virksemið hjá Strandfaraskipum Landsins (SSL) er skipað eftir løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning við seinni broytingum og eftir reglugerð fyri SSL, dagfest 30. juli 2015. 

SSL er skipað sum ’landsfyritøka’ undir Samferðslumálaráðnum og fær á hvørjum ári tillutað eina nettorakstrarjáttan á fíggjarlógini.

Tillutaða nettojáttanin var 133,6 mió.kr í 2015. Harumframt blivu í 2015 játtaðar 9,3 mió.kr til løgur.

o SSL fluttu í 2015, sjóvegis og landvegis, íalt 1,08 millónir ferðafólk og gott 123 túsund akfør.

o Sjóvegis vórðu flutt 573 túsund ferðafólk við 6 ferjum, íroknað Mykinesleiðin.

o Landvegis flutti SSL 503 túsund ferðafólk við 38 bussum.

Á farmaflutningsøkinum hava SSL síðani einskiljingina av Farmaleiðum havt farmaflutningsskyldu sjóvegis umframt landvegis á Sandoynni og á Kalsoynni.

Til hesa tænastu hevur SSL fimm lastbilar og farmastøðir í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri. Har, ið ferjurnar leggja at, standa SSL fyri skipaavgreiðsluni.