Skattir og avgjøld

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur evstu ábyrgd av allari fyrisiting og umsiting á skatta- og avgjaldsøkinum í landinum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrireikar sostatt og leggur fram lógir og lógarbroytingar á skatta- og avgjalds­økin­um.

Høvuðsendamálið við skatta- og avgjaldslógunum er at útvega inntøkur til raksturin av samfelagnum og at fíggja tænastur, ið bodnar verða borgarunum.

Skatta- og avgjaldslóggáva verður í ávísan mun nýtt sum fíggjarpolitiskt amboð til at ávirka samlaða eftirspurningin í samfelagsbúskapinum eftir vørum og tænastum.

Áður var skattalóggávan eisini nógv nýtt sum vinnupolitiskt amboð, men henda nýtslan er meira avmarkað í dag.

Endiliga verður skattalóggávan brúkt til inntøkujavnan. Hetta verður gjørt umvegis progressiónina í skattastiganum við serligum barnafrádrátti o.ø.

Skatta- og avgjaldslóggávan verður fyrisitin av Toll- og Skattaráð Føroya og TAKS.

Borgarar hava møguleika at kæra avgerðir hjá Toll- og Skattaráð Føroya og TAKS til kommunalar kærunevndir og Skatta- og avgjaldskærunevndina.

Leinkja