Talgilding

Fíggjarmálaráðið hevur ábyrgdina av kunningartøkni hjá tí almenna. Fíggjarmálaráðið skal útvega KT-undirstøðukervi, felags nýtsluskipanir og standard forrit, sum fyrisitingarligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd til. 

Eisini skal Fíggjarmálaráðið tryggja landsstovnum nøktandi KT trygd. Nýtt málsøki er eisini nettrygdin, sum snýr seg um verju Føroya mótvegis teldusníkum og líknandi. Málsøkið er skipað sum arbeiðsøki á Føroya Gjaldstovu. Har eru 3 eindir skipaðar, sum taka sær av hesum. Hesar eru Talgildu Føroyar, sum hava ábyrgdina av verkætlanini við sama navni. Meira kann lesast um hetta á leinkjuni høgrumegin. 

Harumframt er KT Landsins, hvørs uppgáva er at veita almennum stovnum KT tænastur og samskipa KT á yvirskipaðum stigi, so tað almenna fær munadyggar KT loysnir.  Seinnu árini er KT trygd vorðin alt meira neyðug, og tí hevur Gjaldstovan eisini skipað hetta sum serligt virkisøki.