Fíggjarmálaráðið   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Rating

Rating

  • August 2019: Kredittvirðið hjá Føroyum veksur

    Rating fyritøkan Moody’s vitjaði í Føroyum í juni og fríggjakvøldið gjørdi Moody’s greitt, at tey hækka føroysku ratingina frá Aa3 við støðugum útlitum upp í Aa2 við støðugum útlitum.

    Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 23 stig.

    Høvuðsorsøkin til betraða kredittvirðið er, at fíggjarligi váðin í sambandi við Eysturoyartunnilin er næstan burtur. Seinasta skotið var latið av í juni, og tá var sonevndi bygningsváðin hjá landinum burtur.

    Harafturat eru fíggjarlig og búskaparlig lyklatøl fyri Føroyar betri enn frammanundan væntað.

     

    Les alt tíðindaskrivið frá Moody’s her

    Les lánsførismetingina frá Moody's her

  • Mars 2019: Føroyski landskassin fær framvegis metingina Aa3, við støðugum útlitum

    Aa3 er fjórðhægsta kredittmeting frá Moody’s

    Metingin endurspeglar millum annað eina skilagóða fíggjarliga stýring, skrivar Moody’s í frágreiðingini.

     

    Nærri kunning fæst her:

    Les lánførismetingina her

    Tíðindaskriv frá Landsbanka Føroya

  • November 2018: Kvotaskipan ja-lig fyri kreditvirðið

    Moody’s hevur hugt eftir nýggju fiskivinnulóggávuni.

    Niðurstøðan hjá Moody’s er at fiskivinnurnýskipanin gevur landsstýrinum tey røttu amboðini til at tryggja eina burðadygga fiskivinnu, sum er sera týðandi fyri Føroyar, samstundis sum nýskipanin breiðkar um inntøkugrundarlagið

    Nærri kunning fæst her:

    Tíðindaskriv frá Landsbanka Føroya

    Frágreiðingin frá Moody's

  • Februar 2017: Landskassin varðveitir somu rating.

    Í dag staðfestir Moody’s, at Føroyar hava somu rating sum frammanundan.

    Les ratingina her:

    Faroe Islands Report Credit Opinion februar 2017

    Nærri kunning fæst her:

    Tíðindaskriv frá Landsbanka Føroya

     

     

  • August 2016: Moody's Investor Service hevur 5. august latið Føroya landsstýri skuldarrating, sum er broytt, tað er Aa3 við støðugum útlitum.
  • Juli 2015: Moody's Investor Service hevur 31. juli latið Føroya landsstýri skuldarrating, sum er broytt, tað er Aa3 við støðugum útlitum.
  • Oktober 2014: Moody's Investor Service hevur 2. oktober latið Føroya landsstýri skuldarrating, sum er óbroytt, tað er Aa3 við negativum útlitum.
  • September 2013: Moody's Investor Service hevur 10. september latið Føroya landsstýri skuldarrating, sum er óbroytt, tað er Aa3 við negativum útlitum.
  • Juli 2012: Føroyar varðveita rating frá Moody's.

    Landsbankin kunngjørdi í dag, at Føroyar varðveita ratingina frá Moody’s, ið er ein metingarstovnur, ið metir um kredittvirði hjá londum og fyritøkum.

    Føroyska ratingin er enn sum áður Aa3, ið er 4. besta ratingin í einum stiga av 21 møguligum ratingum, ið Moody’s kann geva. Ratingin er tó – eins og fyrra ratingin - givin við negativum útlitum, ið merkir, at tað er ávísur møguleiki fyri at ratingin kann lækka. Ratingin frá Moody’s hevur týdning, tá rentan á lánum landskassans skal ásetast.

    - Lánið, ið landskassin tók í vár, var við 1,43 % í rentu, ið er ein søguliga lág renta. Fyri at varðveita ratingina og eina so lága rentu sum gjørligt, er tó sera týdningarmikið, at undirskot landskassans verður burtur komandi árini sum ætlað, og tí má hetta vera millum hægstu fíggjarpolitisku málsetningar landsstýrisins, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

    Argir tann, 16. juli 2012

    Jørgen Niclasen
    landsstýrismaður í fíggjarmálum


    Les ratingina her: 

    Faroe Islands Report Credit Analysis juli 2012

  • Mai 2011: Føroya lækka eitt stig á Moody's-listanum.

    Altjóða metingarstovnurin Moody’s Investor Service (Moodys) hevur broytt sína skuldarmeting av føroyska búskapinum. Metingin er lækkað eitt stig úr Aa2 til Aa3, og útlitini eru broytt frá stabil til negativ.

    Moodys metingarstovnurin hevur 21 stig, sum tey meta lond eftir. Seinasta metingin av føroyska búskapinum er gjørd í 2008 – áðrenn alheims fíggjarkreppuna – og tá fingu Føroyar triðjhægstu meting, Aa2.

    Nú er metingin lækka til fjórðhægsta stig.

    Nýggja metingin frá Moody kemur ikki óvart á. Niðurgongd hevur verið búskapinum síðani 2008, og vit vita, at vit hava fleiri stór mál at loysa, sum skulu stimbra búskapin.

    Høvuðsorsøkin til nýggju metingina er undirskotið á fíggjarlógini, sum dregur niðureftir. Moodys mælir til, at undirskotið er burtur í 2015 – helst fyrr.

    Eg eri samdur við niðurstøðuna hjá Moodys, at undirskotið á fíggjarlógini skal burtur, men okkara áskoðan er, at vit mugu verða sera varin at seta ógvuslig tiltøk í verk, tí tað kann raka sera meint og hava størri fráflyting við sær.

    Ein onnur orsøk til, at Føroyar detta eitt pláss niður er, at tað ikki hevur eydnast at funnið politiskar semjur um langtíðartiltøk.

    Nýggja politiska støðan er, at langtíðarsemjur nú eru á veg um tey mest týðandi búskaparmálini. Stóran týdning hevur tað, at breið politisk semja er um at gera nýskipanir í fiskivinnuni, ið skulu tryggja eina burðardygga veiðu. Semja um makrelveiðuna er fyrsta stigið.

    Í metingini verður víst á, at samlaða skuldin og rentubyrðan eru ikki stór, men tað verður staðfest, at skuldin í løtuni er vaksandi.

    Kortini vísir metingin, at vit framvegis hava ein sunnan búskap, hóast útlitini beint nú ikki eru tey bestu.

    Viðmerkingar til politiska týdningin av nýggju ratingini hjá Moodys eru at fáa frá Axel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.

    Fíggjarmálaráðið og Landsbankin hjálpa við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, er at hitta á telefon 350300.

    Argir tann, 18. apríl 2011

    Aksel V. Johannesen
    landsstýrismaður í fíggjarmálum


    Les ratingina her: 
    Faroe Islands Report Credit Analysis mai 2011

  • Juni 2010: Moody’s Investor Service heldur fast við skuldarratingina Aa2.

    Moody’s Investor Service hevur seinastu tíðina mett um føroyska búskapin. Stovnurin heldur fast við skuldarratingina Aa2.
    Ratingin er latin landsstýrinum 23. juni.

    ”Hóast hall á verandi fíggjarlóg, og at nakað av tíð gongur, áðrenn hallið er burtur, so er metingin Aa2 endurtikin. Ein týðandi grundin til hetta er ætlanin hjá landsstýrinum og løgtinginum at fáa í lag javnvág millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini komandi árini. Metingin merkir, at føroyski búskapurin sum heild er væl fyri, og at álitið á hann er gott. Og tað er at fegnast um”, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

    Aa2 er 3. hægsta mátið, sum verður latið. Ein slík meting merkir, at sannlíkindi hjá íleggjarum at missa pening í sambandi við lán til landsstýrið eru lítil. Útlit skuldu tískil verið fyri, at landsstýrið komandi tíðina kann útvega lánsfígging til rímiligar rentutreytir.

    Moody’s grundgevur sína meting við fleiri ymiskum viðurskiftum. Millum annað verður sagt, at búskapurin gerst alt meiri fjøltáttaður, og at landsins myndugleikar áður hava víst, at teir kunnu fremja neyðug tiltøk í krepputíðum. Lutfalsliga stórar fíggjarognir hjá t.d. ALS og AMEG umframt gjaldføri hjá landskassanum í landsbankanum ávirka eisini ratingúrslitið jaliga. Víst verður á, at almenna skuldin enn er lutfalsliga lítil. Harafturat eru sannlíkindi fyri, at Danmark fer at virka fyri, at Føroyar í truplari skuldarstøðu halda skyldur sínar mótvegis lánveitarum.

    Moody’s metir, at útlitini fyri, at Føroyar varðveita høgu Aa2-ratingina, eru støðug, hóast landsstýrið hevur avbjóðingar at dragast við, eitt nú í sambandi við undirskot hjá landi og kommunum, fiskivinnu-umsiting og í sambandi við sonevndu eldrabylgjuna.

    Argir, 23. juni 2010
    Fíggjarmálaráðið

    Politiskar viðmerkingar fáast frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.
    Eru fakligir spurningar viðvíkjandi ratingini, ber til at ringja til Jonhard Eliasen, ráðgeva í landsbankanum, á telefon 350315.

    Les ratingina her:
    Faroe Islands Report Credit Opinion juni 2010

  • Mai 2009: Moody’s Investor Service hevur endurtikið skuldarratingina Aa2.
  • Mars 2008: Landsstýrið fær Aa2 í skuldarrating frá Moody’s Investor Service.

    Álitið á føroyska búskapin er gott. Altjóða ratingstovnurin, Moody’s Investor Service, gevur landsstýrinum og føroyska búskapinum sera gott skoðsmál við skuldarratingini Aa2. Hetta ber í sær, at Landsstýrið kann læna á altjóða marknaðum fyri kappingarføran kostnað

    Fíggjarmálaráðið fegnast um at almannakunngera, at Moody’s Investor Service (Moody’s), ið er annar av tveimum leiðandi skuldarratingarstovnum í heiminum, hevur tillutað Føroya Landsstýri eina skuldarrating, sum er Aa2.

    Ratingin er latin Landsstýrinum í dag tann 04.03.2008.

    Høg rating til Føroya
    Talan er um eina høga rating, ið umboðar sera høga skuldardygd. Tað merkir, at álitið á Landsstýrið og føroyska búskapin er gott.

    Aa2-ratingin hjá Landsstýrinum er bert tvey stig frá hægst møguligu rating. Hon svarar til ratingina, ið Moody’s hevur tillutað Italia og Portugal. Somu rating hava eisini evropeisku lokalu stjórnirnar á Tenerife, Madeira og Vallonia-landspartinum í Belgia.

    Úrslit av góðum fíggjarúrslitum
    Í ratingfrágreiðing síni leggur Moody’s dent á, at ratingin er úrslit av góðum fíggjarligum avrikum hjá Føroyum, skynsamari fíggjarstýring og sunnum búskapi, eins og stórum sannlíkindum fyri stuðli frá donskum mydugleikum í einari fíggjarligari kreppustøðu. Líknandi ella hægri stuðul er eisini íroknaður í ratingina hjá lokalstjórnum í Evropa.

    Moody’s vísir á, at útlit eru fyri, at Føroyar kunnu varðveita høgu ratingina, hóast Landsstýrið hevur avbjóðingar í at troyta fiskastovnarnar og at stýra kommunubúskapinum.

    Lána til kappingarføran kostnað
    Ratingin merkir, at tann góða fíggjarstýringin hjá Landsstýrinum frameftir verður áhaldandi eftirkannað. Viðlíkahaldið av ratingini merkir, at Føroya Landsstýri kann læna á altjóða marknaðum fyri kappingarføran kostnað, so leingi íleggjarar ikki verða kløkkaðir av knappligum broytingum í ratingini.

    Hægst møguliga ratingin er Aaa, og hesa landsrating hava lond sum t.d. Danmark, Noreg, Svøríki, Finland og Ísland.

    Liva upp til álitið
    - Hetta er ein álitisváttan til Føroya, og eg fegnist stórliga um, at álit er á búskapin og fíggjarstýringina. Tað hevur sínar greiðu fyrimunir, at Moody’s javnan hyggur at føroyska búskapinum og fíggjarstýringini, tí tað gevur í sjálvum sær trúvirði. Nýggja landsstýrið ætlar at liva fult upp til álitið við at reka ein skilagóðan fíggjar- og búskaparpolitikk, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

    Argir, tann 4. mars 2008
    Fíggjarmálaráðið

    Viðmerkingar til politiska týdningin av, at Føroyar nú eru rataðar hjá Moody’s, eru at fáa frá Karten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.

    Fíggjarmálaráðið og Landsbankin hjálpa við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, er at hitta á telefon 308120.

    Les ratingina her:
    Faroe Islands Report Credit Analysis mars 2008