Í juni 2024 vóru umboð fyri ratingfyritøkan Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, og Landsbanka Føroya. Fríggjadagin 6. september gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig.

Ratingin á Aa2 er samansett av tveimum, 1) eini grundleggjandi kredittmeting (Baseline Credit Assessment - BCA) sum er ein meting av afturgjaldsevnunum hjá landskassanum og 2) at Moody’s metir tað sera sannlíkt at Danmark, við hægstu kredittmeting á AAA, kemur Føroyum til hjálpar í kreppu.

Í hesi nýggjastu kredittmetingini frá Moody’s metir Moody’s, at afturgjaldevnini hjá landskassanum eru eitt sindur betri og tí er grundleggjandi kredittmetingin (BCA) hækkað við einum stigi, frá a1 til aa3. Orsøkin sigur Moody’s millum annað vera, at landskassin í fleiri fylgjandi ár hevur havt nærum javnvág á landsroknskapinum og at skuldin tí hevur verið nærum óbroytt. Harafturat er gjaldføri landskassans sera gott.

Samlaða kredittmetingin er tó hin sama, Aa2 við støðugum útlitum.

Tíðindaskriv og lánførismetingin frá Moody’s kann lesast her.