Í juni 2025 vóru umboð fyri ratingfyritøkan Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, og Landsbanka Føroya. Mánadagin 29. septembur gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Onnur lond, ið hava hesa rating eru Qatar, United Areb Emirates og Suður Korea.

Ratingin á Aa2 er samansett av tveimum, 1) eini grundleggjandi kredittmeting (Baseline Credit Assessment - BCA), sum er ein meting av afturgjaldsevnunum hjá landskassanum og 2) at Moody’s metir tað sera sannlíkt at Danmark, við hægstu kredittmeting á AAA, kemur Føroyum til hjálpar í kreppu.Tíðindaskriv og lánførismetingin frá Moody’s kann lesast her.