Fíggjarmálaráðið   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Samband

Samband

Fíggjarmálaráðið strembar eftir opinleika í sínum virksemi. Fíggjarmálaráðið viðurkennir og virðir, at fjølmiðlar hava sum uppgávu at upplýsa og vera á varðhaldi í samfelagnum samsvarandi góðum fjølmiðlasiði. Miðað verður tí eftir at svara skjótt og greitt, tá ið spurningar verða settir til landsstýrismannin í fíggjarmálum og Fíggjarmálaráðið.

Fjølmiðlar og onnur kunnu seta seg í samband við Fíggjarmálaráðið á fmr@fmr.fo ella tlf. 35 20 20.