Gongd er av álvara komin á sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum í 2020, har tað er eydnast at gera fleiri trý-ára sáttmálar við almennu fakfeløgini, ið liggja á sama støði, sum á privata arbeiðsmarknaðinum
Koronafarsóttin hevur órógvað 2020, og hon hevur eisini órógvað sáttmálasamráðingarnar. Men hóast truplar umstøður og eitt tríggjar vikur langt verkfall, er eydnast at gera semju um eina røð av sáttmálum. Semjurnar, sum eru gjørdar í 2020, eftir at korona støðan kom í, fylgja sama leisti, ið var avtalaður við Lærarafelagið.
Avtalan við Føroya Lærarafelag var ein trý-ára sáttmáli, har lønirnar hækka 2,56% 1. oktober 2019, 2,05% 1. januar 2021, og 1,25% tann 1. oktober 2021.
Eitt sindur er eftir á mál
Tríggir sáttmálar, sum gingu út í 2019, eru enn at finna semju um. Samráðst hevur verið eina tíð við Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, og har ganga samráðingarnar væl, meðan samráðingarnar enn ikki eru byrjaðar við donsku fakfeløgini, sum hava sáttmálar innan apoteksverkið, Farmakonomforeningen og PharmaDanmark. Hesar samráðingar eru ikki byrjaðar orsakað av koronustøðuni, tí samráðingarfólkini eru donsk, og hava trupult at avseta neyðugu tíðina til sóttarhald og samráðingar.
Av teimum sáttmálum, sum gingu út í 2020, er semja gjørd við Musikklærarafelag Føroya. Samráðst hevur verið eina tíð við Føroya Pedagogfelag og Yrkisfelagið Miðnám, men tær samráðingarnar eru ikki lidnar enn. Aðrar samráðingar eru enn á byrjunarstøði.
Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum vísir á, at ferð er komin á lønarsamráðingarnar, hóast truplu umstøðurnar. Serliga um samanborið verður við 2019.
Fíggjarmálararáðið