Ferjurnar mugu endurnýggjast, tænastusáttmáli gerast, og Strandferðslan skipast sum sjálvstøðug eind fyri at tryggja virksemið í framtíðini
Strandferðslan má umskipast fyri at tryggja virksemið hjá stovninum í framtíðini. Ein tænastusáttmáli skal gerast fyri at leggja raksturin í tryggari karmar. Harumframt má Strandferðslan skipast sum sjálvstøðugur stovnur ella alment partafelag, og arbeiðið at endurnýggja ferjuflotan skal setast í gongd.
Tað er niðurstøðan hjá einum uttanhýsis arbeiðsbólki, sum í dag legði fram frágreiðing og tilmæli um framtíðarbygnaðin hjá Strandferðsluni. Arbeiðsbólkurin varð settur í mai í fjør. Í bólkinum eru Rúni Vang Poulsen, formaður, Jóhanna á Bergi og Søren Lunell Bruhn.
Bygnaður og karmar ikki hóskandi
Í frágreiðingini “Strandferðslan frameftir” staðfestir arbeiðsbólkurin, at støðan hjá Strandferðsluni er ikki haldgóð. Bygnaður og karmar hjá stovninum stuðla ikki nóg væl undir virksemið.
Leiðsla og starvsfólk hava ónøktandi arbeiðsumstøður at útinna virksemið og at leggja tað skynsamt til rættis. Tí hevur Strandferðslan avbjóðingar við at veita tær tænastur, sum bæði samtíðin og framtíðin krevja.
Trý stig fyrst
Arbeiðsbólkurin sigur, at tað eru trý avgerandi viðurskifti, sum eiga at verða loyst fyrst:
- At tænastusáttmáli verður gjørdur millum landið og Strandferðsluna, har politisku ynskini um samferðslu í Føroyum verða skipað í hóskandi og fastar karmar. Sáttmálin, sum varar nøkur ár, skal hava greið krøv um tænastustig, ferðaætlan, prísskipan o.a.
- At Strandferðslan verður skipað sum sjálvstøðugur stovnur ella alment partafelag fyri at tryggja betri umstøður at leggja raksturin til rættis, m.a. at gera langtíðarætlanir og flyta avlop og hall yvir um ár.
- At arbeiðið at endurnýggja ferjuflotan verður sett í gongd. Miðalaldurin á ferjunum er í dag 31 ár.
Tá ið hesi viðurskifti eru komin uppá pláss, skal ein ítøkilig virkisætlan gerast fyri virksemið í framtíðini, sum skal hækka tænastustigið og tryggja haldførið hjá Strandferðsluni, sigur arbeiðsbólkurin í frágreiðingini.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, fer nú at seta seg nærri inn í tilmælini frá arbeiðsbólkinum og fer síðani at umrøða tey við samgonguna.