01.09.2020 · Fíggjarmálaráðið

Avtala gjørd millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins

Avtala gjørd millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina tríára avtalu við Felag Tænastumanna Landsins. Avtalan er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Avtalan inniber, at lønirnar hækka 2,56% tann 1. oktober 2019. Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05%, og tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25%.

Semjan kann lesast her.