09.11.2020 · Fíggjarmálaráðið

Avtala um Fjøruvegin

Avtala um Fjøruvegin

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hava í dag undirskrivað avtalu um Fjøruvegin.

Í sambandi við, at Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu fyrst í 2021, verður nýggjur Fjøruvegur gjørdur í Runavík fyri at betra um ferðsluviðurskiftini til og frá tunlinum.

Fjøruvegurin, sum er áleið 2,5 km, verður eftir ætlan gjørdur frá rundkoyringini á Rókini fram við fjøruni og havnalagnum í Runavík til bakkavegin á Glyvrum. Nýggjur betongtunnil verður eisini gjørdur framvið Rókavegi og undir Løkin og Heiðaveg og kemur upp við Gulasteinsveg.

Samlaði kostnaðurin fyri Fjøruvegin verður mettur til 99,2 mió. kr. Runavíkar kommuna ber kostnaðin av verkætlanini við stuðli frá landinum. Stuðulin frá landinum til verkætlanina verður tilsamans 55 mió. kr., sum ásett verður í løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík. Stuðulin verður veittur yvir 5 ár. 

Avtalan, sum er undirskrivað í dag, er treytað av, at løgtingið samtykkir stuðulslógina fyri Fjøruvegin. Lógaruppskotið er klárt og verður lagt fram í Løgtinginum í næstum.

 

Avtalan kann lesast her: