03.06.2021 · Fíggjarmálaráðið

Avtala um uttara ringveg

Avtala um uttara ringveg
1 / 2

Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um nýggjan uttara ringveg í Havn. Landið rindar stuðul til verkætlanina, sum fer at lætta um ferðslutrýstið í høvuðsstaðnum.

Í dag skrivaðu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, undir avtalu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Havn.

Nýggi ringvegurin fer at lætta um stóra ferðslutrýstið við at leiða ferðsluna uttan um býin og til røttu frákoyringina. Verandi innkoyring til Havnina er ótíðarhóskandi, tí nógv ferðsla er, og roknast kann við øktum trýsti, nú Eysturoyartunnilin er tikin í nýtslu. Serliga um morgnarnar og seinnapartin fara nógvir bilar gjøgnum býin, og ávís støð eru langar bíðirøðir.

Tórshavnar kommuna væntar, at arbeiðið at gera uttara ringvegin fer at kosta 288 mió. kr. Kommunan rindar kostnaðin, men fær stuðul frá landinum – í mesta lagi 110 mió. kr. Tá er strekkið frá tunnilsmunnanum við Eysturoyartunnilin til og við rundkoyringina oman fyri Sandvíkarhjalla ikki íroknað, tí tað rindar Tunnilsfelagið fyri. Ringvegurin verður væntandi liðugur í 2025.

Arbeiðið inniber m.a. eina rundkoyring við fýra frákoyringum oman fyri Sandvíkarhjalla, eina rundkoyring við Villingardalsvegin/Sundsvegin og ein tunnil út í eina rundkoyring við Hotel Føroyar.

Stuðulin frá landinum er treytaður av, at løgtingið samtykkir lógaruppskotið um stuðul til uttara ringveg, sum verður lagt fyri tingið eftir ólavsøku.

Avtalan um uttara ringveg kann lesast her