25.05.2022 · Fíggjarmálaráðið

Bretski ráðharrin fyri Skotland, Iain Stewart á vitjan í Fíggjarmálaráðnum

Bretski ráðharrin fyri Skotland, Iain Stewart á vitjan í Fíggjarmálaráðnum

Í dag hitti Uni Rasmussen, landsstýrismaður, bretska ráðharran fyri Skotland, Iain Stewart.

Ráðharrin hevur víst stóran áhuga fyri m.a. menningini av føroyska samferðslukervinum.

Hann ynskti at hoyra nærri um:

  • Arbeiðið at menna samferðslukervið og leiklutin av undirsjóvartunlunum í hesum.
  • Hvussu ymsu tunnilsverkætlanirnar eru fíggjaðar.
  • Hvussu tunlarnir eru gjørdir, og serlig viðkomandi atlit, ið eru tikin.
  • Búskaparligar og samfelagsligar avleiðingar av tunlunum.

Í tí sambandi var skipað fyri einum rundborðsfundi um føroyska samferðsluætlanina, har umboð frá Fíggjarmálaráðnum, Landsverki og Eystur- og Sandoyartunlum luttóku. Fundurin var skipaður við framløgum, spurningum og kjaki.

Eftir fundin í Tinganesi í dag var rundvísing í Eysturoyartunlinum.