Í dag hevur Fíggjarmálaráðið sent uppskot til broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald í almenna hoyring.
Við uppskotinum verða tríggjar broytingar gjørdar í meirvirðisgjaldslógini:
- Stigvísa minkingin í afturberingini av meirvirðisgjaldi fyri grønar hitaskipanir verður broytt, tí at mett verður, at tað er ov ógvisligt at minka stigvísu afturberingina eftir verandi leisti.
- Sambært galdandi lóggávu er søla av tíðindabløðum meirvirðisgjaldsfrí. Við uppskotinum verða tíðindabløð og talgildir tíðindamiðlar javnsettir.
- Fyri at gera umsitingina av avgjaldsuppgerðini einfaldari og meira tíðarhóskandi verður ásett, at skrásett virkir skulu talgilt boða TAKS frá støddini á útgangandi og inngangandi avgjaldinum í tíðarskeiðnum og støddina av søluni, sbrt. § 12, stk. 1-4, ið ikki skal roknast við í avgjaldsskyldugu søluna.
Uppskotið er til hoyringar á hoyringarportalinum hjá Landsstýrinum fram til 22. november 2023.
Møguligar viðmerkingar skulu sendast til fmr@fmr.fo