17.07.2020 · Fíggjarmálaráðið

Eysturkommuna partur av Talgildu Føroyum

Eysturkommuna partur av Talgildu Føroyum
1 / 2

Í gjár skrivaði Eysturkommuna undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar.

Í heyst fer Eysturkommuna undir at menna tænastur á Vanganum, so teir gott 2.100 borgararnir í kommununi trygt og lætt kunnu avgreiða síni viðurskifti á einum stað. Framanundan eru Tórshavnar Kommuna og Nes Kommuna samstarvsfelagaðir hjá Talgildu Føroyum.

Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda tænastur til borgarar, vinnuna og almenna geiran í Føroyum. Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til verkætlanina, ið hevur sum stevnumið at talgilda allar Føroyar í árununum 2015 til 2020.