09.12.2023 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag hava skrivað undir semju um nýggjan sáttmála

Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag hava skrivað undir semju um nýggjan sáttmála
1 / 2

Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á sama karm sum við undanfarin feløg í hesum samráðingarumfarinum: 3,8 % fyrsta árið, 4,2 % næsta árið og 4,75 triðja árið.

Ymiskar ábøtur eru gjørdar í sáttmálanum; eitt nú verður ein nýggj skipan við viðbótum til serlærarar við eftirútbúgving sett í verk komandi skúlaár.

Eisini hava partarnir avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.

Semjan kann lesast her.