13.02.2026 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið søkir eftir stjóra til Strandfaraskip Landsins

Fíggjarmálaráðið søkir eftir stjóra til Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins er ein týðandi stovnur hjá landinum og hevur stóran týdning í gerandisdegnum hjá borgarum landsins. Høvuðsuppgávurnar eru at skipa fyri sjóvegis fólkaflutningi og farmaflutningi umframt landvegis fólkaflutningi kring alt landið. Strandferðslan er í holt við at endurnýggja miðalstóru og smærru ferjurnar á Oyggjaleiðum, og Bygdaleiðir verða skjótt bjóðaðar út av nýggjum. 

Stjórin hevur ábyrgdina av at standa á odda fyri Strandfaraskipum Landsins og tryggja, at stovnurin verður skipaður og mentur í samsvari við nútíðar tørv og at menna ein greiðan leiðslu- og fyrisitingarhugburð, sum hóskar til ein virkisfýsnan almennan stovn.

Stjórin skal ganga á odda við at skipa eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvið fyri starvsfólk stovnsins. Tað er umráðandi, at stjórin hevur góð evni at áseta greið strategisk mál, at raðfesta uppgávur, dugir at vísa fíggjarligt skynsemi og at veita landsstýrinum góða og álítandi ráðgeving. Stjórin skal vera málsøkin og hava evni at skapa ró, tá ið støðan kann gerast trupul.

Høvuðsskrivstovan og fyrisitingin er staðsett á Tvøroyri.

Meira fæst at vita um stovnin á www.ssl.fo

 

Umsóknafreistin er hósdagin, hin 12. mars 2026.

Meira kunning fæst um starvið í starvslýsingini