25.04.2017 · Fíggjarmálaráðið

Føroyar javnbjóðis partur av talgildum samstarvi millum norðurlond og baltalond

Føroyar javnbjóðis partur av talgildum samstarvi millum norðurlond og baltalond

Á norðurlendskum-baltiskum fundi i Oslo í dag hevur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum undirskrivað felags ráðharra yvirlýsing um tætt samstarv innan talgilding millum norðurlond og baltalond. Fundurin er eitt úrslit av framtaki, sum Norðurlandaráðið í samstarvi við norsku stjórnina hava staðið fyri.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og ábyrgdarhavandi fyri talgilding:“Samstarv millum lond um talgilding er avgerandi neyðugt, um fólk og vinna til fulnar skulu fáa gagn av okkara talgildu tænastum og loysnum. Eri tí ómetaliga fegin um, at Føroyar – sum javnbjóðis partur – í dag hava undirskrivað avtalu við øll norðurlondini og baltisku londini um samstarv, tá umræður talgilding. Ein søguligur dagur. Fyri framman standa nú ítøkilig átøk, har tað fyrsta átakið mest sannlíkt verður at tryggja, at fólk og vinna skulu kunna nýta egnan talgildan samleika í øllum norðurlondum og baltisku londunum. Hetta samstarv verður ein stórur fyrimunur fyri føroyingar, tá vit fáa okkara egna talgilda samleika í 2018.”

Umframt Føroyar luttóku Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Grønland, Estland, Lettland og Litava. Føroyar undirskrivaðu felags ráðharra yvirlýsingina sum javnbjóðis partur, og er hetta fyrstu ferð at hetta verður gjørt viðvíkjandi talgildum samstarvi.

Undirskrivaða skjalið er fyrsti liður í at fáa sett í verk ítøkilig átøk komandi tíðina. Endamálið er at tryggja, at norðurlond og baltisku londini saman kunnu gerast undangonguøki í heiminum, tá umræður talgilding og talgildar tænastur.

Ráðharra yvirlýsingin fevnir um fleiri ítøkilig átøk - eitt nú at virka fyri, at okkara talgildu samleikar skulu kunna nýtast tvørturum landamørkini; at fremja átøk, ið styrkja kappingarførið hjá okkara vinnu umvegis talgilding; og at fremja átøk fyri, at deila vitan, tænastur og sterka KT-trygd í øllum økinum.

Partarnir hava eisini viðgjørt avbjóðingarnar í sambandi við øktu talgildingina. Talgildingin krevur m.a. at fylgt verður upp við átøkum eitt nú innan útbúgvingarøkið og arbeiðsmarknaðin.

Grundleggjandi snýr talgilding og samstarv millum londini um talgilding seg um at skapa ein enn betri og lættari gerðandisdag fyri fólk og vinnu í øllum londunum.

Tíðindaskrivið frá Norðurlendska ráðharraráðnum kann lesast her.

Yvirlýsingin kann lesast her.