04.02.2019 · Fíggjarmálaráðið

Føroyar og Katalonia undirskrivað samstarvsavtalu um talgilding

Føroyar og Katalonia undirskrivað samstarvsavtalu um talgilding

Í sambandi við ráðharravitjanina úr Katalonia í hesum døgum hava landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, og katalanski ráðharriní talgilding, Jordi Puigneró, skrivað undir avtalu um samstarv innan talgilding.

Avtalan, ið er eitt Memorandum of Understanding, orðar nýggju samstarvsøkir, ið hava við sær, at Føroyar og Katalonia skifta vitan, royndir og loysnir innan talgilding sína millum.

Samstarvsøkini eru at

  1. skipa fyri felags tiltøkum
  2. skipa fyri vitjan millum tjóðirnar
  3. skifta vitan um royndir innan snið, arkitektur, trygd og rakstur í almennum talgildum loysnum
  4. skifta vitan, tilgongdir og loysnir innan e-governance, eisini við atliti at privatlívi og virðing fyri menniskja- og talgildum rættindum
  5. skifta vitan og royndir innan gransking og nýmenning í talgildari tøkni
  6. skifta vitan og kunningum um ung í talgildum umhvørvi, við serligum atliti at læra børn at menna kenna
  7. veita ráðgeving í talgildum málum til altjóða fundir og tiltøk
  8. eggja avvarðandi stovnum og fyritøkum innan talgilding at luttaka í samstarvum og felags átøkum
  9. arbeiða fyri at betra javnstøðu innan íverksetan og talgilding

Á vitjanini eru landsstýriskvinnan og katalonski ráðharrin komin ásamt um, at talgild menning er ein av grundarsteinunum í búskaparligari framgongd og at veita nýggjar og gagnligar tænastur til borgarar. Tjóðirnar báðar arbeiða við fleiri felags áhugamálum, millum annað at menna talgildar samleikar og at veita nettrygd.

Á síni vitjan í Føroyum hevur katalanski ráðharrin, saman við embætisfólki, fingið innlit í talgilding á vitjanum hjá Føroya Gjaldstovu, Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitinum. Eisini hava tey vitjað SEV og Eysturoyartunnilin. Í dag høvdu tey høvi at hoyra um Vinnuhúsið, KT felagið og Hugskotið, tá ið borgarstjórin, Annika Olsen tók í móti ráðharranum í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum í dag.

Partarnir báðir hava skrivað eitt felags tíðindaskriv um avtaluna, ið kann lesast niðanfyri.

Felags tíðindaskriv

(Aksel V. Johannesen and Jordi Puigneró)