27.10.2020 · Fíggjarmálaráðið

Føroyingar fáa talgildan samleika í dag

Føroyingar fáa talgildan samleika í dag

Føroyar skriva søgu, tá talgildi samleikin seinnapartin í dag verður tikin í nýtslu. Talan er um eina loysn í heimsflokki, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Í dag fáa allir føroyingar atgongd til Samleikan og Vangan, sum eru týðandi partar av talgilda undirstøðukervið í Føroyum.

Talan er um skipanir, sum fara at gera tað munandi lættari og tryggari hjá fólki at avgreiða síni persónligu viðurskiftini á netinum.

Lykil og undirskrift

Samleikin er talgild innritan og undirskrift, sum kemur ístaðin fyri Mínlykil og NemID og sum lýkur altjóða krøv um talgildar samleikar. Skipanin fæst bæði sum app og geymi.

Samleikin er eitt slag av lykli, sum kann brúkast til at rita inn í alskyns tænastur hjá stovnum, myndugleikum og fyritøkum. Samleikin verður haraftrat talgild undirskrift, sum er løgfrøðiliga bindandi á sama hátt sum ein vanlig hondskrivað undirskrift.

Í fyrstu atløgu kann Samleikin brúkast til Vinnugluggan, Borgaragluggan, Mínrokning og Vangan, men sum frálíður koma aðrar tænastur við. Til dømis fara peningastovnarnir at bjóða Samleikan sum innritan til netbankarnar fyrst í komandi ári. Eisini er ætlanin, at Samleikin við tíðini skal kunna brúkast til talgildar tænastur uttanlands. Hetta fer at hava stóran týdning fyri m.a. útisiglarar, ið hava pensjónsviðurskifti uttanlands ella ung, ið søkja lestrarstuðul.

Vangin er ein spildurnýggjur portalur, sum savnar fleiri tænastur á einum stað. At byrja við eru sjey tænastuveitarar á Vanganum. Hesir eru Akstovan, Almannaverkið, Taks, Studni, Ílegusavnið, Umhvørvisstovan og Tórshavnar kommuna. Skjótt fara aðrir stovnar og kommunur at leggjast aftrat á Vanganum.

Í heimsflokki

Tað eru Talgildu Føroyar, sum hava ment Samleikan og Vangan. Verkætlanin er eitt samstarv millum land, kommunur, privatar fyritøkur og almenn partafeløg.

Talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, sum ger tað skjótari, tryggari og lættari at samskifta enn áður, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.

”Við at savna alt í einari altjóða góðkendari skipan, fer alt samfelagið at spara bæði tíð og pening. Ein loysn í heimsflokki, sum er gjørd í Føroyum”, sigur Jørgen Niclasen.

Samleikin og Vangin verða tikin í nýtslu á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum kl. 14 í dag. Orsakað av koronatilmælunum hevur verið neyðugt at avmarka atgongdina, men til ber at fylgja við á talgildu.fo

Fíggjarmálaráðið og Talgildu Føroyar