07.06.2021 · Fíggjarmálaráðið

Føroyingar, ið búgva í Svøríki kunnu nú umbýta sítt føroyska koyrikort við eitt svenskt koyrikort

Føroyingar, ið búgva í Svøríki kunnu nú umbýta sítt føroyska koyrikort við eitt svenskt koyrikort

Fyrr í ár varð boðað frá, at føroyingar í Svøríki sluppu undan at søkja um svenskt koyrikort og kundu halda fram at brúka føroyska koyrikortið.

Nú boða svensku myndugleikarnir frá, at frá 1. juli 2021 kunnu persónar við føroyskum koyrikorti í Svøríki, eisini býta sítt føroyska koyrikort um við eitt svenskt koyrikort.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fegnast um, at eftir at Føroyar í nógv ár hava trýst á sviar, fyri at føroyingar í Svøríki skulu sleppa at umbýta sítt føroyska koyrikort við eitt svenskt koyrikort uttan eina koyriroynd, hava svensku myndugleikarnir nú gjørt av at loyva hesum.