17.01.2017 · Fíggjarmálaráðið

Føroyskur limaskapur í Global Forum

Føroyskur limaskapur í Global Forum

Føroyar eru nú sjálvstøðugur limur í Global Forum on Transparancy and Exchange of Information for Tax Purposes (stytt Global Forum). Føroyar hava fulla ábyrgd av skattaøkinum og søktu um limaskap javnbjóðis við onnur lond. Umsóknin eru nú gingin á møti.

Global Forum arbeiðir við gjøgnumskygni og at býta um skattaupplýsingar. Limaskapur í Global Forum hevur týdning fyri skattligt gjøgnumskygni kring heimin, styrkir umdømið hjá einum landi og betrar harvið eisini kappingarførið hjá landinum.

Umbýti av skattaupplýsingum

Arbeitt verður við tveimum góðkendum hættum ella standardar fyri umbýti av skattaupplýsingum:

Sum er hava Føroyar 45 EOIR við lond kring allan knøttin. Føroyar vóru eitt av teimum fyrstu sløku 50 londunum, sum undirskrivaðu avtaluna AEOI um automatiskt umbýti av skattaupplýsingum, sum eisini verður stytt CRS MCAA.

Liva upp til altjóða støði

Øll limalondini í Global Forum hava bundið seg til at seta í gildi altjóða standardin um EOIR. Í hesum sambandi skulu londini ígjøgnum eina sonevnda peer review process, har kannað verður, um lóggáva og skipanir í landinum annars eru gjøgnumskygdar og um umbýti av skattaupplýsingum fer fram í samsvari við the new Terms of Reference (2016). Sum limur verða Føroyar kannaðar í 2019.

Meira enn 90 lond og jurisdiktiónir hava bundið seg til at gjøgnumføra nýggja standardin um AEOI, og arbeitt verður í løtini við at gjøgnumføra tekniska partin og annars við at fyrireika fyrstu sjálvvirkandi umbýtini, sum fara fram í 2017 (og 2018).

Tað er eitt framstig fyri Føroyar at vit nú eru limir í Global Forum. Vit eru hervið millum fremstu lond í heiminum at virka fyri altjóða samstarvi um skattaupplýsingar. Hetta skapar størri gjøgnumskygni, styrkta rættartrygd og fyribyrgir skattasvik kring heimin. Eisini styrkir hetta okkara støðu sum land á altjóða pallinum.”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.