15.05.2015 · Fíggjarmálaráðið

Frágreiðing um Landsverk

Frágreiðing um Landsverk

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur í dag fingið handað frágreiðing um Landsverk frá arbeiðsbólki, sum landsstýrismaðurin setti í januar í ár. Frágreiðingin viðger gjøgnumskygni á Landsverki, hvørjar nýggjar uppgávur kunnu leggjast til stovnin, metingar av virksemi stovnsins, útveiting av uppgávum á Landsverki og mannagongdir í sambandi við útveiting. Í arbeiðsbólkinum hava sitið Arne Poulsen, Ewald Kjølbro, Petur Alberg Lamhauge og Johan Syderbø.

Frágreiðingin kann lesast her