26.02.2026 · Fíggjarmálaráðið

Freist at fráboða stovnan av nýggjum flokki

Freist at fráboða stovnan av nýggjum flokki

Í seinasta lagi í dag, hin 26. februar kl. 18.00, skulu fráboðanir um stovnan av nýggjum flokki til løgtingsvalið tann 26. mars 2026 við minst 800 veljarum verða landsstýriskvinnuni í hendi, sambært § 15, stk. 3 í løgtingsvallógini. Vinarliga ringið á telefon 55 80 73 um tygum hava slíka fráboðan. 

- Fíggjarmálaráðið