18.06.2014 · Fíggjarmálaráðið

Fyrispurningur um bummgjald í Vágatunlinum

Svar upp á

fyrispurning nr. 63/2014 eftir § 52a í tingskipanini frá Eivin H. Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bummgjaldi í Vágatunlinum

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Nær verður tann parturin útgoldin, sum er fíggjaður við lántøku í Vágatunlinum?
2. Er ætlanin, at allur útveganarkostnaðurin, tvs. eisini eginpeningsinnskotið frá landinum, skal gjaldast aftur við bummgjaldi? Um ja – hví.
3. Er heimild í lógini at krevja bummgjald, eftir at lánini til tunnilin eru útgoldin, um talan bara er um lántøku, ið skal fíggjast við bummgjaldi? 
4. Um heimild er í lógini at krevja bummgjald, eftir at tunnulin er útgoldin. Hvørjum fíggjarligum leisti skal tað so gerast eftir?
5. Kann roknast við, at bummgjaldið verður strikað, tá tunnilin er útgoldin ella skal eitt ávíst gjald framhaldandi krevjast til rakstur og viðlíkahald av tunlinum?

Svar

Ad. 1
P/F Vágatunnilin upplýsir, at sambært lánsavtaluni skal seinasti avdráttur gjaldast 12. desember 2017. 

Felagið hevur tey seinastu árini havt gott gjaldføri, og fyri at fáa sum mest í rentu fyri gjaldførið, hevur felagið sett tað inn á lánið, og harvið spart nógv í rentuútreiðslum. Tað, sum felagið hevur sett inn á lánið, og sparda rentan, hevur ført við sær, at saldoin á láninum ultimo 2013 er komin niður á 4,6 mió. kr. Restin av lánsskuldini og rentur fyri seinasta hálva árið, verður goldið í juni í ár. Felagið hevur tó aðra stuttfreistaða skuld til samans 11,4 mió. kr., og áogn 2,4 mió. kr.

Orsøkin til góða gjaldførið kemur av, at felagið hevur útsett ætlað viðlíkahald og nýíløgur so sum at asfaltera, skifta ljós, endurnýggja pumpur o.a. Tí verður neyðugt hjá felagnum at taka út aftur av láninum til at fremja gjaldingar, sum felagið annars ikki hevur tøkt gjaldføri til. Í avtaluni við Íleggingargrunnin er møguleiki fyri at taka tað útaftur, sum er goldið ov nógv í mun til lánsavtaluna. Landsstýrismaðurin hevur í sambandi við hesar nýíløgur og viðlíkahald biðið um eina ítøkiliga frágreiðing, soleiðis at politisk støða kann takast til tað.

Sparda rentan viðførir, at lánið kann gjaldast aftur fyri tíðina. P/F Vágatunnilin metir, at hetta kann gerast umleið 1 ár fyri tíðina, tvs. ultimo 2016.



Ad. 2-5
Tá farið varð undir at fyrireika at byggja Vágatunnilin, var ein av stóru spurningunum, hvussu henda stóra íløga skuldi fíggjast og í aðra máta skipast. Loysnin var, at landið framdi verkætlanina ígjøgnum eitt partafelag. Til samans játtaði Løgtingið 160,3 mió. kr. at seta í partapening sum partvísa fígging til at byggja Vágatunnilin. Restin varð fíggjað við lántøku, og felagnum varð í løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar um fast samband um Vestmannasund heimilað at krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið ferðast ígjøgnum tunnilin.

Í frágreiðing frá Vágatunlinum 21. juni 2004, verður sagt: 

“Endaligi byggiroknskapurin fyri Vágatunnilin, ið er gjørdur upp við árslok 2003, vísir byggiútreiðslur uppá 277,7 mió kr, ið er uml 16% omanfyri planleggingarkostnaðin uppá uml. 240 mió kr, og samlaða kapitalnýtslu uppá 306,5 mió kr. “

Sostatt gjørdist tann parturin, sum brúkarin skuldi rinda, hægri. 

Longu tá var ætlanin, at nýtslugjaldið einans skuldi fíggja lántøkuna. Í § 5, stk. 1 í lógini er ásett:

Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega-, brúgva- og tunnilsanleggið. 

Í viðmerkingunum til greinina verður m.a. sagt soleiðis:

Ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunlinum. 

Í príspolitikkinum hjá nevndini í felagnum sæst hetta eisini aftur við tað, at nýtslugjaldið er lækkað, so hvørt skyldur felagsins eru vorðnar lættari.

Almenna fatanin hevur eisini verið, at nýtslugjøldini einans skuldu fíggja lánsgjøldini, og at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánið úr Íleggingargrunninum var afturgoldið. Ikki fyrr enn fyri kortum er kjak komið um, at lógarteksturin sigur nakað annað, enn ætlanin og eisini almenna fatanin var. 

Ásett er í § 1, stk. 4, at tunnilin verður latin landinum til ognar, tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, treytað av at P/F Vágatunnilin tá framvegis eigur tunnilin. Í § 7, stk. 2 verður útveganarkostnaðurin defineraður sum: 

Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m. 

Umframt tað, sum er endurgivið omanfyri úr viðmerkingunum til § 5 í lógaruppskotinum, stendur eisini: 

Ætlan felagsins er, at hesi nýtslugjøld skulu vera av eini stødd, sum ger, at felagið hevur ráð at afturgjalda rentur og avdráttir til lánistovnarnar, umframt at kunna gjalda rakstur og viðlíkahald av anlegginum. Hertil kemur rentingin av stóru eginognini, tá partapeningurin /ábyrgdarapeningurin er so stórur sum kr. 160 mió. Eisini skulu nýtslugjøldini gera felagið ført fyri at konsolidera seg rímiliga væl.

Soleiðis sum lógin og viðmerkingarnar eru orðað, kann tvídráttur verða um tulking av, nær tunnilin er útgoldin og kann avhendast landinum.

Landsstýrismaðurin ætlar sær at fylgja politisku ætlanini við tunnilsfelagnum og ætlar sær í Løgtingið við nágreining av lógini, fyri at sláa fast, at einki bummgjald skal vera, eftir at lántøkan er afturgoldin, og tunnilin gerst ogn hjá landinum, soleiðis sum alla tíðina hevur verið almenna fatanin.


Argir, 17. juni 2014

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður

Svar upp á fyrispurning nr. 63/2014