23.10.2014 · Fíggjarmálaráðið

Greið pensjónsskattaviðurskifti við Danmark

Greið pensjónsskattaviðurskifti við Danmark

Pensjónistar, sum flyta úr Føroyum til Danmarkar, skulu ikki bera ótta fyri, at teirra eftirløn verður skattað tvær ferðir.

Á fundi í Keypmannahavn í dag hava Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, og Benny Engelbrecht, danskur skattamálaráðharri, undirskrivað eitt ískoyti til norðurlendska tvískattasáttmálan, sum forðar fyri, at eftirløn teirra, ið flyta millum Føroyar og Danmark, verður skattað í báðum londunum.

"Tað er rættiliga týdningarmikið, at skattaviðurskiftini eru fullkomiliga greið, tá ið vit velja at flyta til eitt annað land. Ógreiðu viðurskiftini kundu havt við sær, at eftirlønin varð skattað í báðum londunum" sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Formliga er talan um eina nýggja protokoll til norðurlendska tvískattasáttmálan. Hon viðvíkur kortini bara viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.  Trupulleikin við at skatta eftirlønina tvær ferðir kemur ikki fyri millum Føroyar og hini norðurlondini vegna sjálvan norðurlendska skattasáttmálan.

Protokollin verður løgd fyri Løgtingið í næstum til endaliga góðkenningar.