11.04.2022 · Fíggjarmálaráðið

Hilmar Eliasen farin frá sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins

Hilmar Eliasen farin frá sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins

Fíggjarmálaráðið og Hilmar Eliasen hava gjørt avtalu um, at Hilmar Eliasen gevst sum stjóri fyri Strandfaraskipum Landsins.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur sett Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara, sum virkandi stjóra.