28.03.2019 · Fíggjarmálaráðið

Játtanarkarmarnir verða lagdir fram

Játtanarkarmarnir verða lagdir fram

Fríggjadagin 29. mars 2019 kl. 10.00 fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at leggja fram játtanarkarmarnar fyri 2020, vegna landsstýrið.

Játtanarkarmarnir áseta fíggjarpolitisku málini fyri komandi fimm árini, og eru grundarlagið undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst.

Tíðindafundurin verður í fundarhølinum ”Krónan” í Kvíggjartúni 1 á Argjum. 

Tíðindafundurin verður stroymdur á heimasíðuni á www.fmr.fo