18.08.2021 · Fíggjarmálaráðið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið styrkja samstarvið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og  Fíggjarmálaráðið styrkja samstarvið

Ein rammuavtala millum partarnar skal tryggja samstarv um sáttmálar og eitt javnt lønarlag innan almenna og kommunala geiran.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Fíggjarmálaráðið (FMR) hava gjørt rammuavtalu, har staðfest verður, at partarnir í mest møguligan mun samstarva um sáttmálasamráðingar og sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Rammuavtalan, sum varð undirskrivað í gjár, leggur upp til leypandi kunning og samstarv um lønarsamráðingar.

Avtalan inniber, at miðað verður eftir felags sáttmálum, har tað ber til. Har annar parturin bert hevur fá starvsfólk innan økið, ger størri parturin sáttmála, og hin parturin tekur undir við honum.

Hittast regluliga

Partarnir eru samdir um at samráðast saman um fyrsta sáttmálan fyri eitt nýtt sáttmálaskeið. Á tann hátt áseta partarnir í felag fíggjarligu karmarnar fyri skeiðið.

Landsstýrismaðurin og nevndin í KAF fara at hava hálvárligar fundir. Eisini fara partarnir regluliga at hava status/evaluering av samráðingunum og at sparra um faklig mál.

Tá nýggjar semjur og sáttmálar hava beinleiðis ávirkan á sáttmálaøkið hjá ávikavist KAF ella FMR, fara partarnir at umrøða støðuna saman, áðrenn semja ella sáttmáli verður undirskrivaður.

Javnari arbeiðstreytir

Fyrimunirnir við rammuavtaluni eru, at partarnir tryggja eitt javnt lønarlag innan almenna og kommunala geiran.

Ein annar ágóði er, at sáttmálaásetingar og arbeiðstreytir eru so eins sum til ber. Hetta soleiðis, at ein alment settur innan eitt ávíst sáttmálaøki og ein kommunalt settur innan sama øki hava eins treytir, og at frávik bert eru í serligum førum, har hetta er neyðugt.