23.03.2017 · Fíggjarmálaráðið

Kommunurnar onga uttanlandsskuld

Kommunurnar onga uttanlandsskuld

Nú finst eingin føroysk kommuna, sum hevur lán í útlendskum feløgum. Runavíkar Kommuna og Sands Kommuna hava í hesum døgum fingið kvittan fyri, at øll teirra skuld í felagnum KommuneKredit er goldin aftur, og hesar báðar kommunurnar vóru tær síðstu í Føroyum, sum høvdu lán í felagnum.

Upprunaliga skyldaði Sands Kommuna 17,3 mió. kr. og Runavíkar Kommuna 5 mió. kr. Tað var Oyndarfjarðar Kommuna, ið upprunaliga stóð fyri láninum á 5 mió. kr., men 1. januar 2005 bleiv kommunan partur av Runavíkar Kommunu, sum nú hevur afturgoldið lánið.

Fyrsta lánið, sum KommuneKredit gav føroyskari kommunu, var í 1911. Og nú meira enn 100 ár seinni eru øll føroysku kommunulánini í felagnum afturgoldin.

At allar føroyskar kommunur nú eru loystar úr samábyrgdini í KommuneKredit er ikki bara gott fyri kommunurnar, landskassin er nú eisini loystur frá veðhaldi fyri lánini.

Galdandi lógargrundarlag hjá KommuneKredit loyvir ikki longur lánsveiting til føroyskar kommunur.