28.10.2019 · Fíggjarmálaráðið

Kommunurnar vendu avlopi til hall

Kommunurnar vendu avlopi til hall

Fíggjarmálaráðið hevur tikið samanum kommunalu roknskapirnar fyri 2018.

Niðurstøðan er, at hóast bæði rakstrar- og løguútreiðslurnar øktust, og kommunali geirin vendi avlopini síðstu 4 árini til hall í 2018, so eru flestu kommunur lutfalsliga væl fyri fíggjarliga.

Skattainntøkurnar v.m. vóru slakar 2,5 mia. kr. í 2018. Samanlagt vórðu góðar 1,85 mia. kr. nýttar til rakstur, góðar 700 mió. kr. til íløgur og rentuútreiðslurnar vóru góðar 27 mió. kr. - Samlaða hallið fyri 2018 var 112 mió. kr., ið varð fíggjað við lántøku.

Við árslok 2018 var bruttoskuldin hjá kommununum slakar 1,2 mia. kr., meðan nettoskuldin var 256 mió. kr. Bert fýra kommunur høvdu eina nettoskuld, ið var størri enn eina hálva skattaálíkning.

Frágreiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum kann lesast her.