20.10.2017 · Fíggjarmálaráðið

Kringvarpið gruggar pensjónsmálið

Kringvarpið gruggar pensjónsmálið

Kringvarp Føroya gjørdi í gjárkvøldið eina roynd at lýsa, hvussu nýggja pensjónsskipanin hjá landsstýrinum verður sett saman. Innslagið í Degi og viku var ófullfíggjað og bygdi á fleiri misskiljingar. Tað er sera óheppið, at ein almennur public service miðil ber ófullfíggjað tíðindi, ið eru á bygd á nakrar gitingar. Hetta kann elva til órógv millum fólk um pensjónsviðurskifti teirra í framtíðini.

Kringvarp Føroya má eins og onnur bíða til, at pensjónsmálið verður alment lagt fram.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum