14.11.2018 · Fíggjarmálaráðið

Kristina á ráðharravitjan í Katalonia

Kristina á ráðharravitjan í Katalonia

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er í hesum døgum á ráðharravitjan í Katalonia. Jordi Puigneró, katalanski ráðharrin innan talgilding, hevur bjóðað landsstýriskvinnuni á vitjan. Í hesum sambandi eru eitt nú fundir við fleiri myndugleikar í Barcelona.

Í gjár luttók Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, á Smart City Expo World Congress, ið er millum størstu altjóða ráðstevnur innan talgilding og talgildar loysnir. Eitt av høvuðsendamálunum við ráðstevnuni er at viðgera og lýsa talgildar loysnir, ið kunnu gera lívið og gerandisdagin hjá fólki kring heimin lættari. Samstundis er talan um talgildar loysnir, ið kunnu vera við til at gera heimin meira umhvørvisvinarligan og burðardyggan. Umboð úr flestu undangongulondum innan talgilding luttaka. Eisini norðurlond eru umboðað á hesi ráðstevnu við egnum bási, ið lýsir ymiskar talgildar loysnir hjá norðurlendskum fyritøkum.

Kristina Háfoss fekk í gjár prát við Quim Torra i Pla, forseta hjá Katalonia. Eisini hitti landsstýriskvinnan eitt nú Jordi Puigneró, ráðharra innan talgilding, og Angels Charcón i Feixas, ráðharra innan vinnu og vitan.

Í dag er fundur í katalanska aðalráðnum, ið varar av talgilding í Katalonia. Føroyski og katalanski ráðharrarnir innan talgilding fara millum annað at umrøða tær loysnir, ið valdar eru í Føroyum og Katalonia innan talgilding, og umrøða møguleikar fyri framtíðar samstarvi á økinum.

Á skránni eru eisini vitjan hjá katalanska KT miðdeplinum hjá stjórnini, og hjá tí eindini, ið hevur við KT trygd og sokallað Cyper Security at gera.

14. november 2018

Fíggjarmálaráðið

 

Kristina Háfoss og Quim Torra i Pla, forseti í Katalonia.

Kristina Háfoss og Jordi Puigneró, ráðharri innan talgilding.

Kristina Háfoss og Angels Charcón i Feixas, ráðharri innan vinnu og vitan.