01.06.2017 · Fíggjarmálaráðið

Kristina Háfoss vitjaði stovnar og fyritøkur í Klaksvík

Kristina Háfoss vitjaði stovnar og fyritøkur í Klaksvík

Mánadagin vitjaði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum stovnar og fyritøkur í Klaksvík.

Vitjað varð á deildunum hjá TAKS og Gjaldstovuni, hjá Norðoya Sparikassa og hjá Føroya Bjór.

Vitjanin var partur av eini skrá, har landsstýriskvinnan vitjar stovnar, kommunur og onnur, ið eru viðkomandi fyri tey málsøki, sum Fíggjarmálaráðið umsitur. Í hesu vikuni vóru nakrir stovnar og nakrar fyritøkur vitjaðar, og í næstum liggur leiðin aftur til norðoyggjar á fund m.a. við Klaksvíkar kommunu.

Landsstýriskvinnan hevur verið á líknandi vitjan í Suðuroy í fjør, og verður farið á vitjan aðrastaðni í landinum seinni í ár.

Á fyrstu myndini: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, saman við Marner Mortensen, stjóra í Norðoya Sparikassa

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, saman við Dávur Johannesen, deildarleiðara á Gjaldstovuni, og Jóhan D. Heinesen, deildarleiðara á TAKS

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, saman við Dávur Johannesen, deildarleiðara á Gjaldstovuni, og Jóhan D. Heinesen, deildarleiðara á TAKS

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, saman við Einar Waag, stjóra, og Anniku Waag, virkis- og góðskuleiðara á Føroya Bjór