20.06.2017 · Fíggjarmálaráðið

Lág renta sparir landinum 6 mió kr. árliga

Lág renta sparir landinum 6 mió kr. árliga

Landsbanki Føroya hevur í dag selt 550 mió. kr. í nýggjum lánsbrøvum til eina effektiva rentu á 0,59%. Hetta lánið saman við einum 15-ára láni á 450 mió. kr., sum varð tikið í mai, verður brúkt til at endurfíggja landskassaskuld frá 2013, sum fellur til gjaldingar 27. juni í ár. Tann skuldin hevur eina rentu á 1,75%. Næstu seks árini merkir hetta eina lægri rentuútreiðslu fyri hendan partin av skuldini á umleið 5,9 mió. kr. um árið.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur: Tað er at fegnast um, at vit hava endurfíggjað okkara skuld til eina sera lága rentu. Lægri rentuútreiðslur merkir meira til vælferð og meira til at rinda niður skuld við. Hetta styrkir okkara búskap og okkara land."

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna, og Nordea Bank hevur selt lánsbrøv uttanlands. BankNordik, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt søluna um hendi í Føroyum.