Tað verður nú munandi bíligari hjá landsins stovnum at keypa inn til dagliga raksturin.
Tað er greitt eftir, at Keyp landsins hava gjørt fimm avtalur um rammusáttmálar fyri keyp av brúkspappíri, battaríum, einnýtis búnýti, posum og sápum.
Í 2024 keypti landið hesar vørur fyri smáar fimm milliónir krónur. Um keypt var eftir nýggju rammusáttmálunum hevði talan verið um eina sparing á hálva triðju millión. Í prosentum er talan um eina sparing á umleið 53 prosent.
- Tað at tað eydnast at fáa so góðar prísir eftir fleiri árum við prísvøkstri í samfelagnum vísir á týdningin av, at vit í felag bjóða vørur og tænastur út, so at pengarnir hjá borgarum verða brúktir skynsamt. Fyri at tryggja langtíðarhaldføri hjá landskassanum mugu vit øll gera okkara fyri at tryggja framtíðar vælferðina, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Hetta snýr seg ikki bara um at spara pening. Útboð av rammusáttmálum økja eisini um kappingina, so vinnan kann kappast á jøvnum føti.
Tá avtornaði høvdu 15 fyritøkur latið 52 tilboð inn til teir fimm rammusáttmálarnar.
- Frí kapping gagnar ikki bara landinum, men tryggjar eisini øllum javnbjóðis møguleikar at gerast veitarar til tað almenna. Tað skapar eina virkna kapping, har vinnan leggur seg eftir at bjóða góðar vørur fyri besta prísin. Tí fegnast vit um góðu undirtøkuna frá vinnuni, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.
Við teimum fimm nýggju rammusáttmálunum hevur Keyp landsins nú 12 rammusáttmálar um keyp av vørum. At fáa fleiri rammusáttmálar í lag er nakað, sum Gjaldstovan hevur raðfest seinastu tíðina. Umframt teir tólv sum eru í gildi eru fleiri aðrir á veg í nýggja árinum.
Tað er álagt øllum landsins stovnum at keypa eftir teimum rammusáttmálum, sum eru gjørdir av Keyp landsins. Um stovnar vilja sleppa undan skal undantak søkjast um tað.
Keyp landsins er deild á Gjaldstovuni, sum hevur til endamáls at bjóða landsins keyp av vørum og tænastum alment út. Við hesum verður miðjað eftir, at fáa meira burturúr skattapengunum, stimbra kappingina í føroyska vinnulívinum og skapa meira gjøgnumskygni í almennum keypi.
Eitt av amboðunum fyri at røkka hesum er rammusáttmálar, har keypiorkan hjá lansdins stovnum verða samlað fyri at fáa besta prísin. Gjaldstovan umsitur samanlagt 12 rammusáttmálar vegna landið. Nýliga eru fimm rammusáttmálar gjørdir við:
Kjølbro heilsølu
Poul Michelsen Heilsølu
JSS
Á Keypsportal.fo er yvirlit allar rammusáttmálar og útboð.